Fótbóltur

29 dómarar á skeið

Talan er um trý ymisk skeið. - Hetta er hugaligt, tí tað er altíð brúk fyri nýggjum dómarum, sigur Lassin Isaksen.

Luttakarar á skeiðnum “FSF Dómarin” í februar (Mynd: fsf.fo)

Luttakarar á skeiðnum “FSF Dómarin” í februar (Mynd: fsf.fo)

2021-04-08 19:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Hetta er hugaligt. Tað er altíð brúk fyri nýggjum dómarum, og at so nógvir hava verið á skeiðunum, sum vit hava hildið higartil í ár, fegnast vit sjálvandi um, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Í alt hevur FSF higartil í ár skipað fyri trimum dómaraskeiðum. Í februar mánað varð skipað fyri skeiðnum, ið kallast “FSF Dómarin” – tað er grundskeið, sum endar við próvtøku – og tá vóru í alt 11 luttakarar. Skeiðið tekur 20 tímar, og dentur verður serliga lagdur á ástøðiliga undirvísing, undirvísing á vølli og videodøming.

Fyrst í apríl mánað varð skipað fyri C- og B-dómaraskeiðunum. 11 luttakarar vóru á C-skeiðnum, og átta luttakarar vóru á B-dómaraskeiðnum.

Kravið fyri at taka C-skeiðið er, at viðkomandi hevur tikið “FSF Dómarin”, og hevur verið virkin sum dómari í eitt ár. Tey, ið hava fingið prógv sum C-dómari, fáa møguleikan at taka B-dómaraskeiðið, og kunnu eftir tað døma dystir í Betri Deildini hjá kvinnum og í 1. deild hjá monnum.

[object Object]
Teir sum vóru á C-skeiðnum

[object Object]Til B-skeiðið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder