
Sunnudagin fer eitt ótal av fólki – og harímillum nærum 300 útlendingar - at renna og ganga í Havnar gøtum og eftir Kaldbaksvegnum. Niðurteljingin til Atlantic Airways Tórshavn Marathon byrjar á Vaglinum kl 12.50 og kappingin byrjar kl 13.
Øll luttakandi fáa eina troyggju við Merkinum á sum gávu frá Tórshavnar kommunu í sambandi við, at Merkið henda dagin fyllir 100 ár.
Um hetta skal eydnast væl og trygdin vera í hásæti, verður eins og undanfarin ár neyðugt at steingja vegir, boðar kommunan frá. Hetta er gjørt, so tað órógvar borgaran sum minst - tó uttan at trygdin hjá rennarunum og gongufólkunum er í vanda. Hvørjir vegir eru stongdir og nær sæst HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald