Annað

40 ross kappast um FM í Marknagili

Nógv ár síðani at so nógvur spenningur hevur verið um FM heitini, sigur Ríðisamband Føroya – Kl. 14 í dag skulu fýra FM-heiti avgerðast.

Mynd: Ríðisamband Føroya

Mynd: Ríðisamband Føroya

2020-08-29 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Av teimum fimm FM-greinum í kappríðing, er bara tann eina avgjørd áðrenn heystkappríðinga, sum verður í Markangili í dag klokkan 14, og tí er stórur spenningur, skrivar Ríðisamband Føroya.

Í Tølt er tað Brynjar við Regini Johannessen á baki, sum kappast móti Óðin hjá Marneri Joensen. Undan kappingina í dag hevur Brynjar 17 stig og Óðin 16.

Í Skeið er Høttir, sum Hildigarð D. Hansen ríðir, á odda við 15 stigum. Tey kappast um FM við Syrpu, ið hevur 14 stig. Bárður Johannessen ríðir Syrpu.

Travkappingin er, sum tann einasta, avgjørd. Har er Grettir hjá Sjúrða Holm FM-vinnari. Kristfríð D. Jacobsen ríðir Grett í dag.

Tvíspor ung kappingin er sera spennandi. Har er Urd við Silju G. Eystberg á odda við 19 stigum. Tær kappast móti FM-vinnaranum frá í fjør, Silfu, sum Ása Bárðadóttir ríðir. Tær hava 17 stig. Kapping er her eisini um triðja plássið. Har kappast Blíður við Beintu Niclasen móti Tindi við Ranju K. Halsdóttir Djurhuus á baki. Blíður hevur 8 stig og Tindur 7.

Tvíspor l flokkur skal eisini avgerast í dag. Har er eisini ein rein FM finala. Føroyameistarin frá í fjør, Freyr, sum Anna Magnusen ríðir, hevur 17 stig og skal í dag kappast móti Svonnu, sum hevur Barbara Chaparo á baki. Tær hava 15 stig.

Stigatalvan í kappríðing er gjørd soleiðis, at vinnarin fær 7 stig og nummar tvey 5 stig, so í øllum hesum kappingum er talan um reinar finalur, har tann, ið vinnur á degnum, gerst FM-vinnari, skrivar Ríðisambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder