Hetta vikuskiftið er Fimleikafagnaðurin í Norðurlandahúsinum. Í ár luttaka Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið og fyri fyrstu ferð luttaka Tvøroyrar og Klaksvíkar Fimleikafelag.
Evnið “Kongaríki”, sum feløgini lýsa við rørslum, tónleiki og ljósi. Tað krevur hugflog og listaligt snilli, at skapa rørslir sum vísa ymisk hugløg og søgugongdina í framførsluni.
Við yvir 400 luttakarum er hetta størsta fimleikasýningin í árinum.
Í 2017 vann Fimleikafelgið Ljósið við evninum “ætt”.
Allar tríggjar sýningar eru útseldar.
Kappingin verður stroymað til sunnudagin klokkan 17, tá vinnarin verður avdúkaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald