Annað

48 leikarar úr Havnar Badmintonfelag til RIG

Aftur í ár luttekur Havnar Badmintonfelag í Reykjavík International Games, sum verður um vikuskiftið.

Mynd: Havnar Badmintonfelag

Mynd: Havnar Badmintonfelag

2020-02-01 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fór eitt ferðalag við 96 fólkum, harav 48 ungir badmintonleikarar, til Íslands at taka lut í Reykjavík International Games (RIG).

Spælt verður í U11, U13, U15, U17 og U19.

Byrjað verður tíðliga leygarmorgunin, og hildið verður áfram til síðsti dystur er leiktur seint sunnudagin.

Nógvir dystir eru á skránni, tí ungu badmintonleikararnir skulu spæla í øllum trimum greinunum – einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki. 

Vónirnar til kappingina eru góðar. Leikararnir kláraðu seg sera væl í fjør, og tí er spenningurin stórur í ár.

Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 3. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder