Ongantíð var nakað sum bendi á, at Blikur, sum longu undan róðrinum á ólavsøku var meistari, ikki fór at vinna aftur í dag.
Beinanvegin fóru tær á Bliki frá hinum, og vunnu við meira enn einari bátslongd tá tað kom til stykkis. Hetta var sjeyndi sigurin á rað hjá Bliki av Argjum, og tær vunnu trygt FM.
Spenningur var hinvegin um annað, triðja og fjórða plássið, har tað endaði við at Firvald fekk annað plássi meðan Drekin fekk triðja plássið. Tað var sera tætt millum hesar báðar bátar, bara ein hundrandapartur var á muni.
5 mannafør gentur
1. Blikur 04.58.00
2. Firvald 05.02.32
3. Drekin 05.02.33
4. Frúgvin
5. Fenja
6. Rókurin
7. Kollur
8. Sílið
9. Báran
Endaliga støðan hjá 5 mannaførum gentum FM
1. Blikur (49 stig)
2. Drekin (40 stig)
3. Firvaldur (27 stig
4. Frúgvin (27 stig)
5. Rókurin (23 stig)
6. Fenja (17 stig)
7. Kollur (11 stig)
8. Báran (1 stig)
9. Sílið (0 stig)
10. Falkur (0 stig)
11. Ørnin (0 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald