Sunnudagin og mánadag er 5. umfar í Betrideildini hjá monnum á skránni, og á pappírinum eru nógvir spennandi dystir.
5. umfar
Víkingur - Skála (sun 14. apr. 15:00)
HB - KÍ (sun 14. apr. 15:00)
EB/Streymur - ÍF (sun 14. apr. 17:00)
NSÍ - B36 (sun 14. apr. 19:00)
B68 - 07 Vestur (mán 15. apr. 18:00)
Støðan í Betri deildin hjá monnum eftir fýra umfør
1. Víkingur 12 stig
2. B36 10 stig
3. KÍ 9 stig
4. HB 9 stig
5. 07 Vestur 7 stig
6. NSÍ 6 stig
7. Skála ÍF 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig
Stóruppgerðin í Gundadali avgerð - fyribils - hvørt KÍ ella HB skulu vera heilt væl við í FM-stríðnum. Dystirnir millum arvafíggindarnar hava altíð nakað eyka yvir sær, og tað liggur eitt ávíst trýst á serliga KÍ longu.
B36 snávaði síðsta vikuskifti á heimavølli móti 07 Vestur, ið var í undirtali. Nú skulu Dan Brimsvík og hansara menn royna at gera bart í Runavík, har tað ikki er óhugsandi, at summi fara at glíða. NSÍ skal eisini royna at vísa, at man kann móti teimum ovaru. Í Klaksvík fyri stuttum kundi liðið avgjørt fingið stig.
Víkingur skal avgreiða sína uppgáva móti Skála og fara eftir 18. sigrinum á rað í Betrideildini. Skála hevur ongantíð vunnið á Víkingi í fremstu røð.
Tað sær longu út sum ein botngysari, tá EB/Streymur tekur ímóti ÍF. EB/Streymur hevur víst meira enn ÍF higartil og eisini fingið fyrsta stigið. Tað er ógvuliga týdningarmikið fyri heimaliðið at fáa ein sigur, áðrenn dystirnir móti topp-fýra koma. ÍF skal eisini í gongd við at fáa stig, so nógv er uppá spæl.
07 Vestur kann enda við at vera í topp-fýra, tá umfarið er av. Í mun til hetta er tað krav at vinna á Toftum mánakvøldið. B68 hevur bert eitt stig, men hevur spælt tríggjar dystir móti topp-fýra liðunum. Nú skal liðið hjá Jákupi á Borg skjótt hava fleri stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald