4 føroyskir judoleikarar vóru í kapping í Odense í dag. Hetta var ein kapping fyri “masters” ella veteranar, sum vit siga við hvørt. Talan er um luttakarar, sum eru yvir 30 ár.
Búgvi Poulsen vann gull í sínum vektbólki, sum er -81 kg, har 8 luttakarar kappaðust. Harafturat vann hann eisini gul í lítla opna bólkinum, t.v.s. opin bólkur við øllum undir 81 kg. Í hesum bólkinum vóru 10 luttakarar.
Petur Sigurð Johannesen vann gull í vektbólkinum -100 kg., har 7 luttakarar vóru, og í tyngra opna bólkinum vann hann silvurmedalju.
Jógvan Páll Kristiansen vann silvur í sínum vektbólti, sum er -73 kg. Her vóru 8 luttakarar.
Sigmundur Johansen vann bronsu í sínum vektbólki, sum er -90 kg. Her vóru 8 luttakarar. Í tyngra opna bólkinum vann Sigmundur eisini bronsu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald