Fríggjadagin spælir føroyska A-landsliðið hjá monnum fyrsta venjingardystin á heimavølli í næstan 17 ár. Íslendingar vitja á Tórsvølli, og mánadagin 7. juni taka føroyingar móti Liktinstein.
Hópurin, ið Håkan Ericson og Eli Hentze tóku út í síðstu viku, savnaðist í gjár í høvuðsstaðnum og vandi á Tórsvølli seint seinnapartin.
Neyðugt var at gera nakrar broytingar í upprunaliga hópinum - fimm í tali
Savnsmynd: Sverri Egholm
Í dag er aftur venjing á skránni. Hópurin venur í løtuni - men ikki á Tórsvølli. Venjing er á nýggja graslíkinum á Ovara Vølli í Gundadali.
Landsliðið hevur eisini venjing har beint eftir middag í morgin. Tá verður Portalurin til staðar, og tað verða vit eisini hósdagin, tá Føroyar og Ísland hava tíðindafund og venjing.
Dysturin móti grannunum fyri vestan verður leiktur fríggjakvøldið klokkan 19.45. Til ber framvegis at keypa atgongumerki til dystin
Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Bjarni Petersen, B36
Alex Mellemgaard, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Tróndur Jensen, NSÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Jákup Johansen, Víkingur
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald