Dystirnir hjá besta og næstbesta mansliðnum hjá AB, sum skuldu spælast um vikuskiftið, eru útsettir, boðar AB frá í fráboðan á Facebook.
Orsøkin er, at korona er staðfest hjá fimm leikarum, sum vandu við ávikavíst næstbesta- og besta mansliðnum hjá felagnum mánadagin, og tí eru nógvir av leikarunum í sóttarhaldi.
– Vit vóna, at smittan ikki spreiðir seg enn meira, og at okkara menn kunnu koma í gongd aftur við at venja og spæla dystir sum skjótast, skrivar AB.
Dystirnir, sum eru útsettir eru:
- 12. juni, 1. deild menn: HB-AB
- 12. juni, 2. deild menn: AB-ÍF
- 13. juni, U21-steypakapping: FC Hoyvík-AB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald