Nú sær gott hjá AB í mun til at yvirliva í bestu deildina. Við sigri móti B68 á Svangaskarði seinnapartin vinna argjamenn seg upp á 27 stig, og eru nú trý stig frammanfyri B68, fýra frammanfyri 07 Vestur og seks stig frammanfyri NSÍ.
07 Vestur og NSÍ hava truplar dystir hetta umfarið. Í Vágum er B36 á vitjan í kvøld, og í morgin eru runavíkingar á vitjan í Norðragøtu hjá Víkingi.
Hóast B68 hevur vunnið nógv stig í seinastuni, hevur tað ikki verið nokk til at vinna sær úr stríðnum um niðurflyting. Næsta sunnudag, í næstsíðsta umfari, eru toftamenn á vitjan hjá NSÍ sum kann gerast ein avgerandi dystur um niðurflyting.
Á Skála, har EB/Streymur var á vitjan, var søgan hin sama. Heimaliðið var væl við, men megnaði ikki at fáa neyðugu málini sum skulu til fyri at vinna fótbóltsdystir. Síðsta umfar gjørdist greitt, at Skála flytur niður í næstbestu deildina at spæla næsta ár.
Ein annar dystur í 25. umfari verður leiktur í dag. Tað er dysturin millum 07 Vestur og B36 sum byrjar klokkan 18. Í morgin spæla KÍ-HB í Klaksvík og Víkingur-NSÍ í Norðragøtu.
Betri deildin 25. umfar
B68-AB 0-1 (0-1)
14’ Teitur Debes Olsen 0-1
Skála - EB/Streymur 0-1 (0-0)
75’ Filip Djordjevic 0–1
07 Vestur - B36 (Í dag klokkan 18)
KÍ-HB (Sun. 9. okt. 15:00)
Víkingur-NSÍ (Sun. 9. okt. 15:00)
Betri deildin menn
1. KÍ 68 stig
2. Víkingur 51 stig
3. HB 49 stig
4. B36 37 stig
5. EB/Streymur 35 stig*
6. AB 27 stig*
7. B68 24 stig*
8. 07 Vestur 23 stig
9. NSÍ 21 stig
10. Skála 9 stig*
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald