Fótbóltur

AB/B71 kært mál um beinbrot

Fridrikka Clementsen verður neyvan at síggja á vøllinum aftur í ár. Takling í dysti móti KÍ í síðstu viku gjørdi, at hon er skurðviðgjørd fyri álvarsamt brot í øðrum knænum.

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2021-05-10 21:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hon er eitt av stóru talentunum í føroyskum kvinnufótbólti, og hevur verið eyðsýnd á AB/B71 liðnum, sum í ár spælir í bestu kvinnudeildini.

Men 17 ára gamla Fridrikka Clementsen verður helst ikki at síggja á vøllinum restina av kappingarárinum. Í dystinum millum KÍ og AB/B71 mikudagin í síðstu viku hevði ein ógvuslig takling frá einum KÍ-leikara við sær, at Fridrikka Clementsen breyt beinið.

[object Object](Skíggjamynd: 3-2 / Kringvarp Føroya)

Dómarin dømdi fríspark til AB/B71 og Durita Hummeland fekk gult kort fyri taklingina.

AB/B71 hava kært hendingina til Fótbóltssamband Føroya. Tað visti 3-2 í sjónvarpinum í kvøld. Í kæruni vísa feløgini á, at gult kort fyri “eina týðiliga hasarderaða beinbrotstakling er burturvið lin døming”, og halda, at FSF eigur at broyta avgerðina til útvísing, og eisini taka spurningin upp um longt leikbann.

[object Object]Fridrikka Clementsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Felagsliðið vísur í kæruni eisini á tað, sum tey halda vera vánaligan ítróttaranda tá liðskiparin hjá KÍ, Sanna Svarvadal, sambært kæruni, ber bóltin yvir til skadda leikaran, sleppur honum og fortelur henni og leikarum hjá AB/B71, at hon og tær burdu hildið seg í 1. deild og burtur frá Betri deildini har tær ikki hoyra heima.

Fridrikka Clementsen liggur í løtuni á Landssjúkrahúsinum, og er skurðviðgjørd fyri álvarsamt brot í øðrum knænum, veit 3-2.

Harmast um skaðan
skrivar á heimasíðuni í kvøld, at felagið harmast um álvarsliga skaðan.

Í KÍ eru vit hørm um allar keðiligar og óhepnar hendingar á vøllinum. Í hesum føri rakti ein keðiligur skaði AB/B71-leikara, og vit eru øll sera hørm hennara vegna.

KÍ hevur ikki formliga móttikið klaguna frá AB/B71 enn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder