Fótbóltur

Adrian er aftur á vikuliðnum

Eftir málið í sigrinum leygardagin hevur føroyingurin nú fýra mál í sjey dystum - næstflest í næstbestu donsku deildini.

Adrian Rùnason Justinussen heldur fram við at vera vandamikil fyri Hillerød (Mynd: Hillerød Fodbold)

Adrian Rùnason Justinussen heldur fram við at vera vandamikil fyri Hillerød (Mynd: Hillerød Fodbold)

2025-08-26 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri aðru ferð av sjey møguligum í ár er Adrian Rúnason Justinussen á vikuliðnum í Betina Liga.

Hetta er vegna avrikið hjá Adriani í 3-1 sigrinum á HB Køge leygardagin, har 27-ára gamli føroyingurin legði Hillerød á odda og annars var eyðsýndur.

Poul Kallsberg skoraði sítt fyrsta mál fyri Hillerød í dystinum.  

Sí eisini: Føroyingarnir fingu Hillerød í gongd

Til ber at síggja málið hjá Adriani - og Poul - á 1-division.dk. Hetta við at trýsta á "HIL-HBK 3-1"

Báðir føroyingarnir hjá Hillerød vórðu í gjár úttiknir til landsdystirnar í september

Adrian Justinussen hevur skorað fýra mál í í næstbestu donsku deildini í ár. Harvið yvir eitt mál annanhvønn dyst í miðal, og er vongurin næsthægst á málskjúttalistanum í deildini - saman við nøkrum øðrum sum eisini hava fýra mál.

[object Object]
Adrian Justinussen sum vinstri vongur á vikuliðnum fyri Betina deildina (Mynd: TV3 Sport)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder