Tá besta mansliðið hjá NSÍ sunnudagin spældi heimadyst móti B36 var tað í Hólmanum á Eiði. Soleiðis var eisini hjá 1. deild hjá monnum í síðstu viku, og vikuskiftið framanundan spældi Betri-liðið hjá kvinnum á heimavølli á Toftum.
Ungdómslið hava eisini í seinastuni millum annað havt vant og spælt á Svangaskarði og í Leirvík. Hetta kemst alt av, at arbeitt verður í løtuni við at skifta graslíki og at gera annað arbeiðið við Løkin.
Nýggi Eysturportalurin skrivaði í gjárkvøldið, at tað gongst væl við arbeiðnum við Løkin:
- Gamli vøllurin er tikin av, nýggjir sprinklara eru lagdir, og nú verður so arbeitt við at leggja nýtt undirlag á, áðrenn sjálvur grasvøllurin verður lagdur á seinni.
Við Løkin í gjárkvøldið (Mynd: Jógvan Óli Kristiansen/eyp.fo)
Ælanin var, at nýggja graslíkið skuldi verða lagt á miðskeiðis í august, men millum annað ein seinkan hjá veitarunum legði meinbogar í vegin.
Tá graslíkið liggur á við Løkin, verður talan um nakað heilt nýtt í Føroyum:
- Graslíkið, ið veitt verður, er av slagnum ACT Global, og er hetta fyrsta graslíkið av sínum slag í Føroyum. Tað serliga við júst hesum graslíkinum er, at stráini eru vovin heldur enn límað í máttuna. Hetta økir munandi um haldbærið. Samstundis kann graslíkið endurvinnast 100%. Stráini eru eisini 48 mm long í mun til vanligu longdina á 40 mm.
Soleiðis skrivaði Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari tíðliga í juni í samband við at sáttmáli var skrivaður við veitaran, Laiderz Aps.
Les eisini: Nýtt grasliki við Løkin
Ætlanin er at vøllurin skal verða liðugur miðskeiðis í september mánaða, skrivar eyp.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald