Topp fýra dystirnir, sum eru ásettir at verða í kvøld klokkan 19, verða leiktir eftir ætlan hóast sagt verður frá nakað av vindi.
Bolt.fo skrivar, at ivamál var um dystirnar, men FSF hevur tosað við staðkend fólk og tikið avgerð um at dystirnir verða spældir sum ætlað. Kortini verður tað upp til dómaran um dysturin skal setast í gongd.
Verður dysturin ikki settur í gongd ella verður avblástur, verður dysturin leiktur ella uppaftur tikin hóskvøldið 25. mai.
Til ber at fylgja gongdini í dystunum á forsíðuni á Portalinum. Hetta er í samstarvi við dystir.fo.
Víkingur - HB (kl. 19:00)
KÍ - B36 (kl. 19:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald