Fótbóltur

Agüero fer til Barcelona

32 ára gamli framherjin hevur skrivað tvey ára sáttmála við katalanska stórfelagið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-31 17:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Argentinski framherjin, Sergio Agüero, sum seinastu árini hevur skotið mál í hópatali fyri ensku meistararnar, Manchester City, skal komani árini spæla fyri katalanska stórfelagið, FC Barcelona.

Tað boðar Barcelona frá á heimasíðu síni í dag. Argentinin hevur gjørt sáttmála við Barselona, sum gongur til og við kappingarárið 2022/23.

Um okkurt annað felag fær hug til at keypa Agüero áðrenn tann sáttmálin gongur út, kann hann leyskeypast fyri 100 milliónir evrur ella knappar 750 milliónir krónur, skrivar Ritzau.

Sergio Agüero hevur fyrr spælt í Spania. Í árunum 2006 til 2011 spældi hann við Atlético Madrid, har hann skoraði 100 mál í 230 dystum, áðrenn leiðin gekk víðari til Onglands.

Hann var tíggju ár í Manchester City. Hann er tann spælarin, sum hevur skotið flest mál fyri City, og eisini tann útlendingurin, sum hevur skotið flest mál í søguni hjá Premier League.

32 ára gamli áloyparin náddi at gerast enskur meistari fimm ferðir fyri City. Fyrstu ferð var í 2012, tá Agüero – í fyrsta kappingarári sínum fyri felagið – tryggjaði meistaraheitið við at skora langt inni í yvirtíðini í dysti móti Queens Park Rangers.

Agüero gerst Barcelonaspælari 1. juli, dagin eftir at núverandi sáttmálin við Manchester City rennur út. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder