2019-10-13 10:04
Føroyska Aimée Risum Hansen vann í gjár DM-heitið í Bodyfitness.
Ikki einans vann hon sín bólk, menn eisini heiðurin, sum besti Bodyfitnessíðkarin overall, sum tað eitur. Við øðrum orðum kann Aimée, ið er úr Havn, kalla seg besta kvinnuliga Bodyfitnessíðkara í danska ríkinum.
Maður hennara, Lars Risum Hansen, vann Danmarksmeistaraheitið í Body building í sínum bólki, og eins og Aimée, vann Lars eisini overall heitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald