Hondbóltur

Áki og Allan halda fram á Akureyri

Talan er um sáttmála fyri komandi kappingarár, ið kann verða longdur til og við 2022.

Áki Egilsnes og Allan Norðberg trívast væl í Íslandi, hóast úrslitini hjá liðnum í ár ikki hava verið tey bestu (Mynd: ka.is)

Áki Egilsnes og Allan Norðberg trívast væl í Íslandi, hóast úrslitini hjá liðnum í ár ikki hava verið tey bestu (Mynd: ka.is)

2020-02-28 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hava Áki Egilsnes og Allan Norðberg spælt hondbólt á Akureyri. 23-ára gamli vestmenningurin og 25-ára gamli strandingurin vóru við til at spæla KA upp í bestu deildina í 2018, har liðið nú er.

Áki hevur verið í felagnum í næstan trý heil kappingarár, og høgri bakkurin skeyt nógv mál í næstbestu deildini og í fjør í bestu deildini. Í ár hevur skjúttin havt skaðar at dragast við og hevur bert spælt 10 dystir. Áki Egilsnes hevur skorað 47 mál fyri KA í ár. Hann var ikki tøkur til HM-undankapppingardystirnar, ið vóru í Luksemburg í farna mánaði.

[object Object]
Greitt besti dysturin hjá Áka í farnu undnakapping var heimadysturin í Farmu móti Montenegro, har hann skoraði fýra mál (Mynd: Sverri Egholm)

Allan kom eitt ár seinni til Íslands, og strandingurin fall beinanvegin til. Høgri vongurin hevur spælt meira støðugt enn landsmaðurin, hóast hann eisini hevur havt eitt sindur av skaðatrupulleikum. Allan hevur skorað 44 mál í bestu íslendsku deildini. Eins og Áki var hann við í farnu EM-undankapping, men ikki við í Luksemburg í januar.

[object Object]
Allan Norðberg (Mynd: Sverri Egholm)

- Trívnaður og menning hevur nógv at siga fyri meg, í øllum tí sum eg geri, og eg havi tað sera gott her. Tí gevur tað góða meining fyri meg at halda fram her í KA. Hetta er eitt felag sum stendur í stórari menning í nógvum ítróttargreinum, har hondbóltur er ein av teimum. Hetta er eitt stórt felag við einum sera góðum og seriøsum felagskapi.

Hetta sigur Allan Norðberg í viðmerking við Portalin, eftir at hann og Áki hava longt sáttmalan. Talan er um 1+1 sáttmálar, ið merkir at í fyrstu syftu er avtalan millum partarnar galdandi fyri komandi kappingarár, og meðan tað er í gongd, kann verðandi avtala verða longd. 

KA liggur nummar 10 í bestu íslendsku deildini við 11 stigum fyri 19 dystir. Trý umfør eru eftir, tey verða leikt í mars, og KA kemur allarhelst ikki í niðurflytingarvanda. Tað eru 12 lið í deildini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder