Klokkan 18 í kvøld spæla Valur og Olympiakos seinnu European Cup-finaluna. Hon verður í Grikkalandi. Allan Norðberg og liðfelagarnir høvdu allan dagin í gjár í landinum og fyrireikaðu seg til uppgávuna.
- Vit hava fyrireika okkum sum vanligt til ein dyst. Nú kenna vit eisini teir eitt sindur betur, í mun til hvat vit gjørdu til fyrra dystin. Ferðin til Athen var sera long, og tað var stórur tíðarmunnur. Vit komu fram klokkan trý fríggjanáttina og hava síðani fyrireika okkum her.
Tað kann vera ein lykil fyri Val, at tað endaði 30-26 í fyrru finaluni, sum var í Reykjavík síðsta vikuskifti. Allan Norðberg sigur við Portalin, at man skal standa ímóti trýstinum - og sjálvur leggja trýstið á Olympiakos.
- Tað er sjálvandi gott at koma til Grikklands við einari fýra-máls leiðslu. Vit rokna við einum trýsti her men ætla at halda fast við okkara skjóta spæli, og kanska trýsta teir enn meira enn seinasta dyst.
Sí eisini: Allan og teir skulu gera arbeiði liðugt í Grikkalandi
30-ára gamli strandingurin sigur til seinast, at hesin dysturin hevur nakað eyka at siga. Tað er ongantíð hent áður, at eitt íslendsk felag - ella ein føroyskur spælari - hevur vunnið eina evropiska kapping.
- Hetta er ein søguligur dystur, so hann hevur uttan iva sera stóran týdning; fyri okkum í Val og eisini Íslendskan hondbólt.
Dysturin í Piræus byrjar klokkan 18 føroyska tíð. RÚV1 vísir dystin. Samanlagdi vinnarin fær steypið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald