Fótbóltur

Allan og teir skulu gera arbeiðið liðugt í Grikkalandi

Valur er á gáttini til til eitt glæsiligt heiti fyri eitt íslendskt felag. Evropiskt steyp verður tryggjað við trý-máls tapi ella einum betri úrsliti í kvøld. Dysturin klokkan 18 sæst á RÚV.

Allan Norðberg kann í kvøld vera við at skriva íslendska - og føroyska hondbóltssøgu - í Grikkalandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Allan Norðberg kann í kvøld vera við at skriva íslendska - og føroyska hondbóltssøgu - í Grikkalandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-25 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um ein stóran evropeiskan dag fyri føroyskar hondbóltsspælarar. Í Hamburg stríðast bæði Hákun West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen um finalupláss í European League. Hetta er næststerkasta evropeiska kappingin - í kapping nummar trý spæla Allan Norðberg og Valur í kvøld aðru finaluni.

Sí eisini: 
Hákun og Jóhan spæla um evropeiskt steyp í Hamburg
- Okkara seinasti møguleiki at fáa eitt steyp til Berlin

Ontantíð áður hevur eitt íslendskt felag vunnið eitt evropeiskt steyp, so stórur spenningur er í Íslandi. Miðlar sum mbl.is gera nógv burturúr, og "tjóðarrásin" RÚV1 vísir finaluna í finaluna í kvøld. Hetta merkir, at nógvir føroyingar kunnu síggja avgerandi dystin hjá Allani og teimum - RÚV1 er partur av pakkunum hjá Televarpinum.

Heimasíðan handbolti.is fylgir sum vant væl við og skrivaði í gjár, at 5.000 atgongumerki eru seld til dystin í Piræus, stutt úr Athen. Tað var í Piræus, at føroyska fótbóltslandsliðið í 2014 vann á Grikkalandi.

Í kvøld kann Allan Norðberg skriva føroyska hondbóltssøgu í stóru høllini við at vinna eitt evropeiskt gullheiðursmerki. 30-ára gamli strandingurin skoraði eitt mál í 34-30 sigrinum í Reykjavík í síðstu viku. 

Sí eisini: Allan og Valur hava finalufyrimunin

Júst tað at fýra mál eru á muni eftir fyrru finaluna kann merkja nógv. Olympiakos er favorittur til hesa seinnu uppgerðina, har heimavallarfyrimunurin kann gerast ógvuliga týðandi. Valur kann tó liva við at tapa við trimum málum. Tað, ella eitt betri úrslit, tryggjar steypið.

Seinna European Cup-finalan byrjar klokkan 18 í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder