- Vit hava allir glett okkum nógv til vikuskiftið í Hamborg. Tað er eitt tiltak, har meira verður gjørt burturúr enn til ein vanligan Bundesliga dyst.
Tað merkist í leguni hjá Füchse Berlin, at tað eru serstakir dystir fyri framman. Hákun West av Teigum sigur við Portalin, at spenningurin er stórur um undan EHF Finals - Final Four í European League.
Liðið er savnað í Hamburg. Tað er í morgin klokkan 17, at Hákun og hinir skulu spæla hálvfinalu ímóti Rhein-Neckar Löwen. Liðið liggur 28 stig og níggju pláss undir Füchse í Bundesliguni. Har er meistaravónin fánað hjá høvuðsstaðarfelagnum, men nú er ein nýggjur møguleiki.
- Hetta er okkara seinasti møguleiki at fáa eitt steyp til Berlin hetta kappingarárið, sum vit sjálvandi fara eftir. Vit spæla ímóti Rhein-Neckar Lowen fyrst. Tað er meira ella minni sami taktikkur/plan, tí vit hava spælt tvær ferðir móti teimum hetta kappingarárið - líka sum man ger hvørt ár.
Hákun West av Teigum til HM-endaspælið fyri U21-landslið í fjør. Hetta vikuskifti fevur høgri vongurin heilt stórar dystir í Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald