Hondbóltur

Hákun og Jóhan spæla um evropeiskt heiti í Hamburg

Füchse Berlin og Flensburg-Handewitt eru við í EHF Finals um vikuskifti. Í morgin spæla tey ímóti ávíkavist Rhein-Neckar Löwen og Dinamo Bucuresti í hálvfinalunum.

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt skulu royna at fáa European League-steypið við heim úr Hamburg

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt skulu royna at fáa European League-steypið við heim úr Hamburg

2024-05-24 14:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin er hálvfinalurnar í European League - næststerkastu evropeisku kappingini - á skránni. Tveir føroyskir høgru vengur eru við í Hamburg.

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin standa sum favorittar millum tey seinastu fýra liðini. Flensburg-Handewitt hevur Jóhan á Plógv Hansen í hópinum og verður mett sum fremsti avbjóðari hjá høvuðsstaðarfelagnum. Tað er væl møguligt, at hesi hittast í finaluni sunnudagin.

Tað eru oftast týsk feløg, ið vinna hesa kappingina. 18 av teimum seinastu árunum hevur eitt týskt lið lyft steypið. Í fjør var tað Füchse Berlin, og so er spurningurin, um 22-ára gamli hoyvíkingurin og høgri vongurin verður við til eina gullmedalju í ár.

[object Object]
Hákun West av Teigum er annað val eftir Hans Lindberg, men greiða fyrsta vali á føroyska landsliðnum er til reiðar at gera mun í Hamburg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hákun og hinir spæla í morgin hálvfinalu ímóti Rhein-Neckar Löwen. Tað er klokkan 14 lokala tíð - tríggjar tímar seinni skulu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagirnir royna at basa rumenska Dinamo Bucaresti.

EHF Finals (European League Final Four) 
Hálvfinalurnar - í morgin, leygardagin 25.05 í Hamburg 

14.00: SG Flensburg-Handewitt (GER) - Dinamo Bucuresti (ROU)

17.00: Rhein-Neckar Löwen (GER) - Füchse Berlin (GER)

Finalan og dysturin um 3. plássið verður sunnudagin í Barclays leikhøllini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder