Hondbóltur

Allan og Valur hava finalufyrimunin

Strandingurin er nær einum evropeiskum steypi. Valur vann við fýra málum í fyrru European Cup-finaluni. Leygardagin fellur avgerðin í Grikkalandi.

Allan Norðberg og liðfelagarnir kunnu fegnst um sigurin í fyrru finaluni og gleða seg til seinna dystin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Allan Norðberg og liðfelagarnir kunnu fegnst um sigurin í fyrru finaluni og gleða seg til seinna dystin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-21 09:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var evropeiskur fepur í Reykjavík leygardagin, tá Valur tók ímóti Olympiakos í fyrru European Cup-finaluni. Nógvur larmur og stórur spenningur á Hlíðarenda, og eisini stórur fagnaður eftir dystin.

[object Object]
Stórur fagnaður í høllini í Hlíðarenda (Mynd: handbolti.is/Jónína Guðbjörg Guðbjartsdóttir)

[object Object]Björgvin Páll Gustavsson, royndi málverji Vals, fegnast (Myndir: handbolti.is/Jónína Guðbjörg Guðbjartsdóttir)

Valur vann 30-26. So er stóri spurningurin, um hetta er nóg mikið til at vinna í samansetta roknistykkinum.

Í triðsterkastu evropeisku kappingini er tað so, at tvær finalur eru. Harvið skal Valur aftur hava eitt gott úrslit leygardagin, tá vitjað verður í Athen-økinum.

Allan Norðberg skoraði eitt mál í fyrstu finaluni. 30-ára gamli strandingurin kann skriva føroyska hondbóltssøgu við at vera við til at vinna eitt evropeiskt steyp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder