Berlin, Týskland (Portalurin): - Til allar dystirnar í EM-endaspælinum eru 16 spælarar á dómaraseðlanum. Føroyar hava 19 mans í hópinum, og tað merkir, at tríggir spælarar sita heilt uttan fyri til hvønn einstakan.
Til fyrsta dystin móti Slovenia vóru tað Allan Norðberg, Rói Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Mittún.
Til dystin móti Noreg vóru tað Allan Norðberg, Ísak Vedelsbøl og Jónas Gunnarsson Djurhuus.
Nú tíðliga seinnapartin er greitt, at tað vera Ísak Vedelsbøl, Rói Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Mittún, sum ikki vera við í hópinum móti Póllandi. Rói og Pauli eru skiftir út við Allan og Jónas, og harvið er tað mest sannlíkt, at ungu bakspælararnir og systkinabørnini úr Hoyvík ikki fáa nakran EM-minutt á hesum sinni - teir komu ikki á vøllin móti Noreg.
Sí eisini: Skal nógv til at vinna seg víðari
Jónas Gunnarsson Djurhuus hevur eisini - heldur óvæntað - ikki verið á vøllinum fyri Føroyar í Mercedes Benz Arena. Tað kemur møguliga í kvøld. Hákun West av Teigum hevur verið einsamallur høgri vongur tveir teir fyrstu dystirnar, og hevur hann eisini gjørt tað ógvuliga væl. Nú legst Allan Norðberg, strandingurin í Vali, afturat.
Fyrsta bríksl í Marcedses Benz høllini verður klokkan 17 føroyska tíð. Fylg við okkara bloggi gjøgnum dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald