Hondbóltur

Allan og teir nærkast oddasessinum

Valur vann tættan dyst á Grótta í gjárkvøldið, og FH tapti samstundis. Eitt stig skilur liðini, nú tvey umfør av grundspælinum resta í. Allan Norðberg skoraði trý mál í gjár.

30-ára gamli strandingurin skoraði trý mál í sigrinum í gjár - leygarkvøldið er evropeisk fjórðingsfinala á skránni í Reykjavík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

30-ára gamli strandingurin skoraði trý mál í sigrinum í gjár - leygarkvøldið er evropeisk fjórðingsfinala á skránni í Reykjavík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-28 10:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðseinasta umfar í grundspælinum í bestu íslendsku mansdeildini var á skránni í gjárkvøldið. 

Valur tók ímóti Grótta í Reykjavík. Gestirnir úr Grótta, sum eisini er í høvuðsstaðarøkinum, liggja nummar níggju í Olís-deildini, Teir bjóðaðu tó steypavinnarunum á 2. plássi veruliga av.

Grótta var á odda 12-11 í steðginum. Valur fekk tó strítt seg frammum í 2. hálvleiki við 15 málum og stinnum vejruspæli. Tað endaði 26-24 til Val.

Allan Norðberg gjørdi mun av vonginum við at skora 3 mál. Strandingurin gjørdist 30 ár í vikuni, og í sínum sætta kappingarárið í Íslandi kappast hann nú um meistaraheitið. 

Valur gjørdist steypavinnari fyrr í mánaðinum, kappast um hálvfinalupláss í European Cup og liggur væl fyri til endaspælið. Úrslitini í gjár gera, at møguleikin at enda nummar 1 í grundspælinum og harvið fáa veikasta mótsstøðuliði í fjórðingsfinaluni - nummar 8.

Tað liðið er júst nú KA, sum er gamla felagið hjá Allani. Valur skal spæla móti júst KA í næstseinasta umfari, sum verður týskvøldið. Eitt stig er upp til FH á fyrsta plássinum. FH snávaði í gjár á heimavølli móti Haukum. 

Um FH missir stig aftur, so kann Valur sláa til og vinna grundspælið.

[object Object]Mynd: hsi.is

Leygarkvøldið verður stórur dystur í Reykjavík: Tá taka Allan Norðberg og hinir ímóti Steaua Bukarest í seinnu fjórðingsfinaluni í European Cup. Valur vann tí fyrru 30-29 í Rumenia og er harvið favorittur at spæla seg víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder