Fótbóltur

Allianz Arena sleppur ikki at lýsa í ælabogans litum

Uefa stuðlar margfeldni, men fótbóltur skal ikki brúkast til at senda politiskar boðskapir til annað land.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-23 08:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ætlanin var, at leikvøllurin í München skuldu lýsa í øllum ælabogans litum í sambandi við EM-dystin í kvøld millum Ungarn og Týskland.

Men tað sleppur leikvøllurin ikki at gera. Tað hevur evropeiska fótbóltssamgongan gjørt av. Tí tað vildi sent ein politiskan boðskap, og fótbóltur skal ikki brúkast til at reka politikk, verður sagt.

Allianz Arena í München, eisini kallað Fußball Arena München, er soleiðis gjørd, at hon kann lýsast upp í øllum litum.

Til dystin í kvøld var ætlanin at lýsa við ælabogalitunum fyri at vísa stuðul til margfeldni. Hetta verður gjørt eitt nú tí at eitt skelti við homoboðskapi skal hava verið at sæð á leikvølli í samband við EM-dyst hjá Ungarn.

[object Object]
Manuel Neuer við ælabogalittum liðskiparabandi (Mynd: EPA)

Men Uefa sýtir nú týska fótbóltssambandinum at fremja hesa markering. Leikvøllirnir, sum verða brúktir til EM-dystirnar skulu ikki skilja seg frá hvørjum øðrum, men síggja eins út, er grundgevingin.

Uefa hevur fyrr boðað frá, at ætlanin var at reisa eitt kærumál móti týska málverjanum, Manuel Neuer, fyri at hava borið eitt ælabogalitt liðskiparabind um armin, men henda ætlan varð tó skjótt slept aftur.

Fótbóltur er ikki politikkur
Forsetin fyri evropeisku fótbóltssamgonguna, Aleksander Ceferin, gongur sjálvur inn fyri at ælabogalitirnir verða brúktir í sambandi við dystir, men tekur tó undir við avgerðini hjá Uefa í hesum føri, tí talan var um at senda ein politiskan boðskap.

Við ein italskan netmiðil sigur hann.

- Tað var ein áheitan frá einum politikara, og ætlanin við ljóssetingini var at viðmerkja eini avgerð, sum ein stjórn í einum øðrum landi hevur tikið. Fótbólturin loyvir ikki, at hann verður brúktur til slíkt politiskt endamál, sigur Ceferin.

- Eg stuðli av øllum mínum hjárta, at Manue Neuer bar armbindið í ælabogalitunum. Og av øllum mínum hjarta taki eg undir við, at leikvøllur verður lýstur upp í ælabogalutunum til onnur høvur, tá talan ikki er um eitt politiskt endamál.

Tá Aleksander Ceferin nevnir avgerð, sum annað land hevur tikið, so sipar hann til eina lóg, sum herfyri varð sett í gildi í Ungarn, sum verður søgd at gera mismun mótvegis samkyndum.

Ungarn og Týskland spæla dyst klokkan 20 í kvøld.

Spurningur um at brúka ælabogalitirnar í fótbóltshøpi hevur eisini verið aktuellur í Føroyum.

Les:

Vit fara framhaldandi at brúka liðskiparaband við ælabogalitum

Ælabogalitir í fótbólti skilir partarnar 

Olga Kristina helt fast við ælabogalitta bandið

Ælabogin eisini á vøllinum hjá B36-monnum

  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder