Team Klaksvík endaði á 5. plássi í grundspælinum í Burndeildini hjá monnum - tvey stig frá 4. plássi - og liðið gjørdi serliga í byrjanini av kappingarárinum vart við seg. Liðið hevur ongantíð áður fingið 17 stig, og nú skulu klaksvíkingar royna at vinna niðara endaspælið - eins og teir gjørdu í 2019.
Í Klaksvík eru fyrireikingar til komandi kappingarár, har tað skal byggjast uppá, farnar í gongd, og í gjárkvøldið kunngjørdi felagið, at profilar halda fram, og at nýggir menn eisini koma inn.
Seinastu tvey kappingarárini hevur Áki Mørk staðið á odda fyri liðnum, og greitt er nú, at venjarin heldur fram. Afturat honum fær hann ein annan havnarmann, Hans Arna Thomsen, sum hjálparvenjara. Hans Arni hevur eina fortíð í felagnum sum leikari.
Vuk Stevanovic í gjøgnumbroti í fyrsta dystinum í kappingarárinum. Serbin í kappingarárinum millum annað víst gott spælskil (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í verandi hópi hjá Team Klaksvík eru tríggir útlendingar, sum allir hava gjørt stóran mun í ár. Bakspælarnir Valentino Valentakovic, úr Kroatia, og Vuk Stevanovic úr Serbia hava alt árið verið profilar á liðnum, og tann fyrrnevndi - nevndur Tino - er toppskjútti á liðnum og hevur alt árið verið í oddinum á toppskjúttalistanum í Føroyum. Báðir hava eisini verið sera virknir sum ungdómsvenjarar, Vuk og Tino verða eisini í Team Klaksvík komandi kappingarár.
Miðskeiðis í kappingarárinum kom kroatin David Henigman til Klaksvíkar saman við damuni Ivanu. Tey hava bæði verið ungdómsvenjarar, og komandi tvey árini vera tey høvuðsungdómsmennarar. Ungdómsarbeiðið hjá Team Klaksvík blómar í løtuni: Beint undir 100 dreingir eru virknir, nógvir møta upp í yngstu deildunum og trý lið vóru í FaxeKondi steypafinalunum. David Henigman hevur gjørt vart við seg í málinum og sum ungdómsvenjari, og nú er greitt, at hann heldur fram.
Team Klaksvík hevur havt ein heldur smalan leikarahóp. Komandi kappingarár verður vestmenningurin Sámal Jakup Djurhuus partur av besta hópinum, og teir lokalu halda allir fram, boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
Hondbóltur
Allir halda fram í Klaksvík
Útlendsku leikararnir hava verið profilar og sera virknir í ungdómsdeildini, og teir hava eins og høvuðsvenjarin Áki Mørk longt sáttmálan. Lagt verður eisini afturat í hópinum og venjaratoyminum.
Óli á Gravarbø, formaður í Team Klaksvík, saman við Valentino Valentakovic, Áka Mørk, David Henigman og Vuk Stevanovic, sum allir hava longt sáttmálan við felagið (Mynd: nordlysid.fo)
2021-03-30 14:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald