Í fráboðan til feløgini í dag kunnar Flogbóltssamband Føroya um støðuna hvussu korona ávirkar flogbóltin næstu tíðina.
Skjótt eftir at myndugleikarnir boðaðu frá at smittuvandin skuldi avmarkast, valdi Flogbóltssambandið at útseta alt fyribils.
Og nú myndugleikarnir hava boðað frá, at alt verður stongt í minsta lagi til eftir páskir, er avgerð tikin um at útseta FM hjá ungum og meistardeildini til hálvan mai.
- Starvsnevndin hevur framvegis eina vón og eina ætlan um, at FM skal verða avgreitt í øllum deildum, so vit finna allar føroyameistararnar. Júst hvussu hetta skal verða gjørt, hava vit av góðum grundum ikki gjørt av enn, men FM í 2019/20 er ikki strikað.
Flogbóltssambandið boðar frá hesum broytingum:
- FM fyri bæði ung og Meistaradeildina er útsett til hálvan mai í fyrsta lagi. Tað kann verða útsett enn longur.
- EM-kappingin fyri U20 dreingir, sum skuldi vera í Føroyum síðst í mai er útsett. Hon verður væntandi í september ístaðin.
- EM-kappingin fyri U19 gentur, sum skuldi vera í Íslandi fyrst í juni er útsett. Vit hava ikki hoyrt um nýtt dato enn, men hon verður væntandi tíðliga í heyst eins og U20 dreingirnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald