Kappróður

Almenn móttøka fyri Sverra Nielsen í kvøld

Í sambandi við, at Sverri hevur róð seg til HM-silvur og luttøku í OL, verður skipað fyri almennari móttøku í gamla posthúsinum í Miðvági klokkan sjey í kvøld.

2019-09-10 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri hálvariaðru viku síðani vann miðvingurin Sverri Nielsen silvur til HM í rógving og tryggjaði sær luttøku í OL, sum verður í Tokyo næsta ár.

Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku í gamla posthúsinum í Miðvági klokkan 19 í kvøld.

Tað var sunnudagin 1. september, at Sverri Nielsen róði seg til eitt 2. pláss í HM-finaluni í single-sculler í Eysturríki. Tá var hann beint í hølunum á týska Oliver Zeidler, sum fór av stað við gullinum. Dagin fyri hevði hann longu tryggjað sær OL-luttøku, tá hann endaði sum nummar tvey í hálvfinaluni.

Tað er Ítróttasamband Føroya, sum skipar fyri móttøkuni í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder