Hondbóltur

Almenn móttøka fyri U21-hetjunum í morgin

Týsdagin kl. 17 skipa Tórshavnar kommuna og Løgmansskrivstovan fyri almennari móttøku á Vaglinum fyri U21-landsliðnum, sum um vikuskiftið vann bronsu í HM-kappingini í Póllandi.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-30 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, týsdagin 1. juli klokkan 17 skipa Tórshavnar kommuna og Løgmansskrivstovan fyri almennari móttøku á Vaglinum fyri U21-landsliðnum í hondbólti.

Havnar Hornorkestur spælir, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, halda røður, og umboð fyri Hondbóltssambandið og umboð fyri liðið bera heilsanir fram, skriva Tórshavnar kommuna og Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Eftir hetta kunnu børn fáa plakatir og autografar frá U21-spælarunum, sum sunnudagin vunnu Føroyum bronsu í HM-kappingini í Póllandi.

Sí eisini:  Myndir: Søguliga og hátíðarliga heiðursmerkjahandanin í Katowice

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder