Annað

Almennur fyrilestur: Hvussu skapa vit trygg ítróttaumhvørvi í Føroyum?

Hóskvøldið 22. februar verður spennandi fyrilestur um, hvussu vit skapa trygg ítróttaumhvørvi fyri børn og ung í Føroyum. Ein av fremstu serfrøðingunum innan trygg ítróttaumhvørvi, Tine Vertvommen, fer at geva okkum íblástur og vitan. Fyrilesturin er startskotið til at seta trygg ítróttaumhvørvi á skrá í Føroyum.

2024-02-19 13:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað eru ÍSF og FSF, sum í felag fara at seta evnið »trygg ítróttaumhvørvi í Føroyum« á dagsskrá komandi mánaðirnar. Enska heitið fyri Trygg ítróttaumhvørvi er »safeguarding«, og tað merkir, at tey, sum varða av ítróttinum, taka stig til, at børn og ung skulu kenna seg trygg og trívast, tá ið tey koma til venjing og kappingar.

Serfrøðingurin, Tine Vertvommen úr Belgia, er Phd í tryggum ítróttaumhvørvum - og hon hevur millum annað staðið fyri tí størstu evropeisku kanningini um evnið.

Fyrilesturin er ætlaður øllum, sum eru partur av ítrótti í Føroyum - bæði íðkarum, venjarum, foreldrum, sjálvbodnum, nevndarlimum og áhugaðum annars.

Vit hava jú øll ábyrgd av, at børn og ung koma til trygg umhvørvi, tá ið tey luttaka í ítrótti. Á hesum tiltakinum fáa vit grundleggjandi vitan um trygd og trivnað hjá børnum og ungum. Vit hoyra eisini um, hvussu og nær mørkini verða brotin - og hvørjum vit skulu hyggja at fyri at síggja ábendingar um, at børnini ikki kenna seg trygg.

Fyrilesturin er liður í málinum hjá ÍSF um, at øll skulukunna íðka og vera partur av ítróttaliga felagsskapinum á hóskandi stigi og undir tryggum kørmum.

Tiltakið, sum er ókeypis, verður í Smæruni í Havn hóskvøldið 22. februar frá kl 19-21.

Fyrilesturin er ókeypis, og til ber at melda til á www.atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder