Í framúr tíðarskeiðinum ið Liverpool er í gongd við, hevur eitt lið vunnið tvær ferðir á Klopp og hansara monnum. Tað er Napoli undir leiðslu av Carlo Ancelotti. Í báðum førum hevur tað verið á Stadio San Paolo - eitt trupult stað at koma hjá øllum liðum - og í báðum førum hevur tað verið í bólkaspælinum í Champions League
Les eisini: Ósigrað í eitt ár og í 37 Premier League-dystum
Báðir sigrarnir til heimaliðið hava verið uppibornar. Í fjør vann Liverpool Champions League, so eftir seinasta bríksl í dystinum í heyst fekk Ancelotti venjaran hjá Liverpool at smílast, tá italiumaðurin segði við Klopp, at hetta burdi verið eitt gott tekin fyri restina av kappingini hjá hansara liðið.
Klopp og Ancelotti eftir dystin í september, ið Napoli vann 2-0 (Mynd: EPA)
Tað vóru tó helst ikki nógv smíl hjá roynda og nógv vinnandi venjaranum móti endnaum av hansara tíð í Napoli, har úrslitini í Serie A ikki vóru nakað at reypa av, og har samstarvið við krevjandi eigaran sambært nógvum miðlum var sera vánaligt.
Les eisini: Spældi liðið trygt víðari í Champions League - varð uppsagdur eftir dystin
Váttað: Ancelotti verður venjari hjá Everton
Í 2014 var Dortmund, undir leiðslu Klopps, nær við at venda uppgerðini móti Real Madrid, undir leiðslu Ancelottis, í fjórðingsfinaluni í Champions League. 3-0 á Bernabeu og 2-0 á Signal Iduna Park vóru úrsllitini. Størsta úrslitið hjá Klopp móti Ancelotti var í avgerandi dystinum í bólkaspælinum í fjør, har Liverpool vann 1-0, tá Napoli vitjaði Anfield. Liverpool kom víðari og vann kappingina - Napoli endaði í Europa League, har Arsenal gjørdist endastøðin.
Klopp og Ancelotti í 2014 (Mynd: EPA)
Nú er tað Klopp móti Anclotti við Liverpool og Everton. Hóast teir bláklæddu úr Liverpool á pappírinum ikki eru eins sterkir og Napoli, so kann væntast, at Ancelotti og hansara menn fara at bjóða teimum reyðu av í dag. Undir Klopp er Liverpool ongantíð komið longur enn 5. umfar, men við styrkini hjá liðnum nú, kann væntast at nú fara "The Reds" at bjóða av í heimsins elstu steypakapping. Stutt áðrenn Ancelotti kom til Everton vann Liverpool 5-2, tá liðini hittust á Anfield í Premier League.
Nú klokkan 14 byrja níggju dystir. Chelsea og Tottenham spæla bæði móti liðum úr næstbestu deildini; Sheffield United spælir móti Fylde, ið spælir í tí sum svarar til fimtbestu deildini (Conference)
FA Cup 3. umfar
Sunnudagin 5. januar:
14.01:
Bristol Rovers - Coventry
Burton - Northampton
Charlton - West Bromwich
Chelsea - Nottingham Forrest
Crewe - Barnsley
Crystal Palace - Derby
Middlesbrough - Tottenham
Queens Park Rangers - Swansea
Sheffield United - AFC Fylde
16.01:
Liverpool - Everton
18.16:
Gillingham - West Ham
Úrslitini í gjár, 4. januar:
Bristol City - Shrewsbury Town 1-1 *
Millwall - Newport County 3-0
Rochdale - Newcastle United 1-1 *
Rotherham United - Hull City 2-3
Birmingham City - Blackburn Rovers 2-1
Burnley - Peterborough United 4-2
Brighton & Hove Albion - Sheffield Wednesday 0-1
Cardiff City - Carlisle United 2-2 *
Fulham - Aston Villa 2-1
Oxford United - Hartlepool United 4-1
Southampton - Huddersfield Town 2-0
Brentford - Stoke City 1-0
Preston North End - Norwich City 2-4
Reading - Blackpool 2-2 *
Watford - Tranmere Rovers 3-3 *
AFC Bournemouth - Luton Town 4-0
Leicester City - Wigan Athletic 2-0
Wolverhampton Wanderers - Manchester United 0-0 *
Fleetwood Town - Portsmouth 1-2
Manchester City - Port Vale 4-1
Liðið er víðari
*Skulu spæla umdyst seinni í januar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald