Annað

Andrass Joensen vann DM í sprint triathlon

Føroyska triathlonlandsliðið hevur luttikið í kappingum uttanlands.

Andrass Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Andrass Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-21 09:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á komandi oyggjaleikum verður triathlon ein av ítróttargreinunum sum føroyingar fara at royna seg í.

Føroyska triathlonlandsliðið fyrireikar seg nú til leikirnar, og hetta vikuskiftið hevur landsliðið luttikið í kappingum í Danmark og í Wales.

DM var í Ganløse á Sælandi, og seinastu árini hava føroyiskir triathletar luttikið í hesari kapping. Eisini Andrass Joensen hevur luttikið í hesum kappingum fleiri ferð, og tá hann luttók í fjør, rakk tað til eitt annaðpláss. Í ár gekk enn betur, og Andrass Joensen vann sín bólk, og gjørdist sostatt DM vinnari í sprint triathlon 2019.

Tá kappast verður í sprint triathlon, verður svomið 750 metrar, súkklað 23 kilometrar og síðan runnið 5 kilometrar.

Andrass brúkti 1 tíma 14 minuttir og 58 sekund um teinin. Tætt var millum Andrass og kappingarneytan, og bara sjey sekund var millum teir fremstu. Nummar tvey gjørdist Michael Raadam frá Hareskov Triathlon Klub.

[object Object]

Magni Jóhansson Hansen og Gunnar Dahl-Olsen eru eisini á føroyska landsliðnum, og eisini teir kappaðust í Danmark í vikuskiftinum.

Magni er ungur og luttekur í bólkinum 16 til 39 ár. Hann svam, súkklaði og rann teinin uppá 1 tíma 12 minittir og 14 sekund, og rakk tað til eitt 12. pláss. Gunnar Dahl-Olsen luttók í bólkinum 50 til 54 ár, og hann kom á mál við tíðini 1 tíma 19 minuttir og 25 sekund.

Súsanna Skylv og Jákup Petur Eliasen luttóku í kapping í Wales, og eisini har gekk gott hjá føroysku luttakarunum. Súsanna vann sín bólk, og gjørdist haraftrat nummar trý overall. Jákup Petur gjørdist nummar fýra, og er eisini tað eitt rættiliga gott úrslit hjá honum, tá hugsað verður um, at hann fyri kortum bleiv tikin av einari hvirlu á Norðadalsskarði, og fekk álvarsligar løstir av fallinum.

Føroysku triathletarnir skulu aftur luttaka í kappingum uttanlands fyrst í juni. Tá verður tað kapping í Karlslunde og í Herning. Hetta verður so seinastu kappingarnar áðrenn leiðin gongur til Gibraltar.

Tá verður teinurin tann sokallaði OL teinurin, og tað merkir at tey fyrst skulu svimja 1,5 kilometrar, súkkla 40 og síðan renna 10 kilometrar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder