Føroysku kvinnurnar skoraðu óvanliga nóg mál av vongplássunum í 18-máls sigrinum á Luksemborg í kvøld.
18-ára gomlu hoyvíkskvinnurnar Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Karin Egholm brendu tvey skot hvør, men tær skoraðu ávíkavist 6 mál og 5 mál.
Anna Elisabeth spældi eisini í 2. hálvleiki í Luksemborg mikukvøldið. Tá skoraði hon uppá øll síni fýra skot, og í dag gjørdist hon toppskjútti.
Sí eisini: Anna Elisabeth: Deiligt at fáa so nógvar bóltar
Karin Egholm skoraði fimm mál í sínum fyrstu minuttum. Hon fekk ein snudd í albogan men fekk annars eina góða byrjan á A-landsliðnum.
Karin fór í gongd við at skora av høgra vingi beinanvegin (Mynd: Sverri Egholm)
Her saman við systrini Elsu Egholm, ið er tvey ár eldri. Elsa (nr.2) spældi ein góðan dyst í føroysku verjuni og gjørdi hon fýra mál - mest uppá at kasta í tómt mál (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Føroyar vunnu aftur stórt á Luksemborg
19-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur spælt á somu ungdómslandsliðum sum Anna Elisabeth Weyhe og Karin Egholm, og Maria skoraði fimm ferðir í kvøld - trý av málunum vóru trygg brotskøst.
Liðfelagin hjá Mariu í Neistanum, Hervør Niclasen, hevur spælt sínar fyrstu A-landsliðsminuttir í vikuni. 21-ára gamli vinstri vongurin skoraði fýra mál uppá fimm skot í 2. hálvleiki í kvøld
Hervør Niclasen hevur millum annað høgu ferðina og góða lopið sum styrkir (Mynd: Sverri Egholm)
Tveir aðrir vongspælarar - Rannvá Olsen og Lív S. Poulsen - skoraðu trý mál hvør. Jana Mittún, ið spældi lutfalsliga lítið, skoraði uppá øll síni skot. Sí hvussu tey 39 føroysku málini vóru býtt ímillum ellivu spælarar niðanfyri.
Føroyskir málskjúttar í sigrinum í dag
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 6
Karin Egholm 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5 (3)
Jana Mittún 4
Hervør Niclasen 4
Elsa Egholm 4
Rannvá Olsen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Pernille Brandenborg 2
Bjørk Franksdóttir Joensen 2
Bjarta Osberg Johansen 1
52 skot og 39 mál (81 prosent gagnnýtt)
Sí meira frá blogginum her
Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen: 7/15 (46 prosent)
Rakul Wardum 4/17 (23 prosent)
Spældu hvør sín hálvleik - nógvar útskiftingar vóru á liðnum gjøgnum dystin
Meira fakta niðanfyri:
Undankapping til EM 2024, bólkur 7
4. umfar, sunnudagin 03.03
Føroyar - Luksemborg 39-21 (17-9)
Dystargongdin:
5 min: 3-1
10 min: 6-3
15 min: 9-5
20 min: 11-8
25 min: 14-8
30 min: 17-9
35 min: 22-10
40 min: 25-12
45 min: 27-15
50 min: 30-16
55 min: 33-19
60 min: 39-21
Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - tvey eru eftir:
1. Svøríki 8 stig
2. Ísland 4 stig
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig
Ísland er betri innanhýsis enn Føroyar - Svøríki er víðari til EM. Nummar 1 og 2 skulu spæla endaspæl í deember. Fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini koma víðari eisini. Átta undanbólkar eru
Tveir dystir resta í hjá føroysku kvinnunum:
Mikudagin 3. apríl á Hálsi:
Føroyar - Svøríki
Atgongumerki kunnu keypast her
Sunnudagin 7. apríl:
Ísland - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald