Meginøkini innan ríðing hava í nógv ár verið Vágar og Streymoy, men seinastu árini hava eysturoyingar spakaliga blandað seg uppí, og serliga inni á Lamba verður heilt nógv gjørt við ríðingina. Hetta gav úrslit í gjár, tá Eysturoy fekk sín fyrsta FM vinnara í tvíspor. Talan er um Onnu Magnussen óg hestin Freyr, ið vunnu spennandi FM finaluna í Marknagili leygardagin.
Sjálvur riðilin hjá Freyr gjørdist tó ikki so spennandi sum lagt var upp til frammanundan. Freyr skuldi vinna fyri at gerast føroyameistari, og tað gjørdi hann sera sannførandi á degnum.
Anna Magnussen og Freyr hava alt kappingarárið dystast móti Svonnu hjá Hans Paula Poulsen og Marengo við Regini Johannessen. Men hvørgan av teimum stóð Freyr kurl, tá á stóð leygardagin. Á málinum var Freyr nakrar longdir frammanfyri hinar og vann við tíðini 34:34. Svanna gjørdist nummar tvey, og Marengo nummar trý. Hetta var eisini endaliga FM støðan.
Aðrar kappingar vóru eisini leygardagin.
Tøltkappingina vann Regin Johannessen á Brynjar. Tølt er í løtuni ikki FM kapping, so har er eingin FM vinnari. Skeiðkappingina vann Beinta P. Debes á Kór. FM vann Bárður Johannessen á Syrpu. Trav vann Kristfríð D. Jacobsen á Gretti, og tey vunnu eisini FM. Tvíspor ung vann Ása Bárðardóttir á Sílfu. Tær hava vunnið allar FM kappingarnar og eru sostatt eisini føroyameistarar í Tvíspor ung. Tvíspor ll flokk vann Tittan við Geir Wardum, og Oldboys vann Marner Joensen á Óðin, hetta eru ikki FM kappingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald