
Klaksvíkar kommuna boðar frá, at srbeiðið á rennibreytini er tikið uppaftur, og at loysn er funnin á eyravbjóðingini: Grønhøvdi verður ruddaður og endurnýtslan verður flutt.
Nógv virksemi er í býnum, og krevur hetta nógva samskipan. Í eina tíð hevur verið arbeitt við einari skynsamari loysn, hvar eyrurin av rennibreytini kann gagnnýtast í sambandi við annað virksemi í býnum. Loysn er nú funnin á hesum, tí nakað av eyrinum verður koyrt norð á Grønhøvda, sum í næstum verður nýggja staðsetingin hjá endurnýtsluni.
Flytingin gevur møguleika at betra um umstøðurnar hjá endurnýtsluni m.a. við at endurnýtslan framyvir ætlandi eisini kann taka ímóti vinnuligum burturkasti, sum fyritøkurnar í økinum hava ynskt. Økið rundan um Grønhøvda verður harumframt hækkað við umleið tveimum metrum og samstundis fríðkað. Økið hevur verið sera órudduligt í nógv ár, men seinastu vikurnar er nógv orka løgd í at rudda økið, so arbeiðið at gera hetta til eitt vakurt endurnýtslupláss kann byrja, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Verandi endurnýtslupláss á Bumshamri verður tí endurskipað soleiðis, at stóra sárið í fjallinum verður fylt upp, so økið aftur kann gerast vakurt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald