Annað

Arbeiðið byrjað uppá skjótibreytina á Sandvíkarhjalla

Articon stendur fyri arbeiðnum, sum skal vera liðugt 15. september í ár.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-30 08:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Endaligur sáttmáli varð undirskrivaður herfyri og byrjað er nú uppá nýggju skjótibreytina á Sandvíkarhjalla, skrivar Tórshavnar kommuna.

Articon stendur fyri arbeiðnum, og sambært sáttmálanum skal arbeiðið verða liðugt tann 15. september í ár. Tá arbeiðið er liðugt ber til at skipa fyri altjóða kappingum og at skipa fyri eitt nú Oyggjaleikunum.

Talan verður um eitt nýmótans skjótiannlegg, sum verður eitt vakurt frítíðarøki og eitt prýði fyri umhvørvið. Hetta fer at lyfta skjótingina upp á altjóða støði. Tað er samstundis soleiðis gjørt, at tað verður lætt at halda tað reint og ruddiligt, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder