Kappróður

Argjabáturin tryggjaði sær FM

Tætt í finaluni hjá áttamannaførum.

2019-07-28 17:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra finalan í kappróðrinum í dag var millum Argjabátin og Nevið Reyða hjá áttamannaførum.

Argjabáturin fór sum eitt strok avstað, og var á odda allan róðurin. Eitt skifti vóru argjamenn trygt á odda við einari bátslongd, men tað gjørdist sera spennandi í endaspurtinum.

Tí klaksvíkingar vildu ikki geva seg, og koyrdu á í endaspurtinum. Teir komu sera nær, men tað eydnaðist tó ikki hjá teimum. Argjamenn vunnu við einum lítlum skuti.

8 mannafør
1. Argjabáturin 04.14.19
2. Nevið Reyða 04.14.37
3. Knørrur 04.23.41
4. Miðvingur
5. Sjóriddarin

Endaliga støðan
1. Argjabáturin (46 stig)
2. Nevið Reyða (45 stig)
3. Sjóriddarin (20 stig)
4. Miðvingur (19 stig)
5. Knørrur (5 stig)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder