Í teimum trimum stevnunum sum hava verið í summar, hava bara tvey tíggjumannafør róð. Ormurin Langi úr Knørrafelagnum hevur vunnið allar róðrar trygt, hóast ungu rógvararnir umborð á Havnarbátinum hjá Havnar Róðrarfelagi hava roynt at kappast.
Nú kemur so ein triði bátur úr høvuðsstaðnum at kappast í tíggjumannafarsróðrinum. Talan er um Drekan Reyða úr Argja Róðrarfelag, sum felagið lat byggja í 2014. Drekin Reyði hevur luttikið øll árini síðani, men í fjør eydnaðist ikki at fáa manning til bátin.
88 manningar eru annars meldaðar til róðurin á Sundalagsstevnu, sum verður í Hósvík. Í barnaróðrinum hjá gentum eru so mikið nógvir bátar, at róð verður í tveimum umførum, og endað verður við finalu.
Byrjað verður við barnaróðrinum klokkan 13, og klokkan 15 byrja tey vaksnu.
FM-støður síggjast á stavnur.fo her
(Trýst á myndina fyri at síggja hana størri)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald