Farna vikuskiftið var stór FIFA19 kapping spæld í Klubb188, sum er ungdómshúsið í Hoyvík. Flestu kunnugt, so er FIFA eitt fótbóltsspæl, ið m.a. kann spælast á PlayStation, har fleiri leikarar hava møguleika at spæla ímóti hvørjum øðrum.
Tað sum var serstakt við kappingini, ið var í KLUBB 188, var at kappingin var at meta sum FM kapping millum øll kommunalu ungdómshúsini í Føroyum. Fyriskipari var sum nevnt KLUBB 188 og tí var finalan í ár spæld í ungdómshúsinum í Hoyvík. Kappingin var skipað soleiðis, at hvørt ungdómshús sær, hevði eina innleiðandi kapping fyri ungdómin í lokaløkinum, har vinnandi liðið so umboðaði sítt ungdómshús í FM kappingini. Hvørt liði hevði 2 leikarar.
Annað
Argjaskotið eigur stinnastu FIFA19-leikararnar
Farna vikuskiftið var stór FIFA19 kapping spæld í Klubb188.
Mynd: Tórshavnar kommuna
2019-02-20 22:49
Tey luttakandi ungdómshúsini vóru: Hellan í Kvívík, Húsið í Klaksvík, Pakkhús 4 í Tvøroyri, Argjaskotið av Argjum, Flatnakrókur í Kaldbak, Ungdómshúsið í Vági, og KLUBB 188. Tá avtornaði vóru tað ungu dreingirnir av Argjum ið skúgvaðu alla mótstøðu til viks og fóru avstað við vinninginum, ið var latin av Landshandlinum og Hjá Frank í Klaksvík. Á øðrum plássi gjørdist KLUBB 188 og á triðja plássi kom Húsið úr Klaksvík.
Stórur áhugi hevur verið millum tey ungu til kappingina, bæði innleiðandi og til finaluumfarið, ið var leygardagin 16. februar, har í minsta lagi 125 ungdómar vóru í ungdómshúsinum í Hoyvík, skrivar Tórshavnar kommuna.
KLUBB 188 er sera væl umtókt, og seinastu nógvu mánaðirnar hevur undirtøkan verið serliga stór, har væl fleiri enn 100 ung úr allari kommununi og aðrastaðni hava verið inni. Tað verður bjóða nógv ymiskt fjølbroytt virksemi í KLUBB 188. Næsta stóra tiltakið, ið KLUBB 188 skipar fyri er tað árliga gentu tiltakið ‘girlsnight’, ið verður um nakrar vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald