placeholder
Annað

Árliga FK-cup fyri eldri deildir

Leygardagin verður flogbóltsárið hjá teimum vaksnu servað í gongd, tá liðini kappast í Stórhøllini á Hálsi í Havn. .

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-11-01 15:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

25 lið eru meldaði til FK-cup, sum Fleyr skipar fyri.

Byrjað verður klokkan 09, tá liðini í meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum og 1. deild kvinnur spæla. Klokkan 14 spæla 1. deild menn og motiónslið spæla kl. 15. 

Kappingin er eitt gott høvið hjá venjarum at styrkismeta sítt egna lið og mótstøðuliðini og gevur eisini góða dystarvenjing, nú landskappingin byrjar í komandi viku.

Harumframt er eisini altíð gott hjá flogbóltsleikarum kring Føroyar at samlast um flogbóltin og eitt gott prát.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder