Fótbóltur

Árni: - Haldi eg átti frísparkið

Video: Árni Frederiksberg varð útvístur í 62. minutti, tá hann fekk sítt seinna gula kort. KÍ-vongurin bleiv stemplaður sjálvur í støðuni og sá ikki restina av dystinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-10 00:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ljubljana, Slovenia (Portalurin): Leikliga avrikið hjá KÍ var ikki gott í kvøld - fyriuttan ein stútara hjá Páll Andrasson Klettskarð tíðliga í dystinum, var liðið hjá Magna Hoseth ikki nær við at skora í Slovenia.

Árni Frederiksberg átti frísparksinnleggið til málmøguleikan. Fyritreytirnar til sigur ella eitt stig hjá KÍ gjørdust væl verri, tá maðurin við næstflest uppleggum í Conference League-bólkaspælinum varð útvístur. Hetta var tá beint yvir ein tími var spældur.

Árni fór inn í ein nærdyst á miðjum vølli, og hóast báðir spælarar vórðu stemplaðir, so fekk 7'arin hjá KÍ sítt seinna gula og Ljubljana fríspark. Tað sá heldur ivasamt út, hóast tað eingin ivi var um, at Árni Frederiksberg rakti mótstøðuleikaran við fótinum.

[object Object]

[object Object]
Árni Frederiksberg útvístur í Ljubljana, og hann skilur ikki dómin (Myndir: Aleksandar Djorovic)

Sjálvur helt Árni, at hann átti frísparkið. Tá Portalurin tosaði við spælaran, var hann júst afturkomin á gistingarhúsið og hevði ikki sæð støðuna aftur - hann hevði heldur ikki sæð restina av dystinum, sum KÍ tapti 2-0.

31-ára gamli vongurin var ósamdur í dóminum, og stutt eftir at samrøðan varð tikin upp, sá hann støðuna á video, og var ikki minni í iva. Sum skilst ætlar KÍ møguliga at kæra reyða kortið, sum ger, at Árni Frederiksberg hevur leikbann til avgerandi heimadystin móti Slovan Bratislava 30. november. Til seinast í samrøðurini kom Árni inn á næstu tíðina hjá sær.

Filmað: Egin Tollaksson Kass

Sí eisini: 
KÍ livir á eggini eftir ósigur í Ljubljana
Myndir: Marrudysturin í Slovenia

UEFA Europa Conference League, bólkur A
4. umfar, í kvøld hósdagin 9/11: 

Olimpija Ljubljana - KÍ  2-0 (0-0)
83' David Sualehe 1-0
88' Mustafa Nukic 2-0

KÍ (5-4-1/3-4-3):
 Nils Jonathan Johansson – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Claes Phillip Kronberg– Páll Andrasson Klettskarð

Hesir komu inn í seinna hálvleiki: Sivert Gussiås, Mads Boe Mikkelsen, Deni Pavlovic og Jóhan Josephsen


Slovan Bratislava - LOSC Lille 1-1

Støðan í bólkinum 
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 4 stig

Tvey lið koma víðari 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder