Fótbóltur

Árni Frederiksberg tryggjaði KÍ stig í evstu løtu

Við framúr frísparki beint uttan fyri brotsteigin tryggjaði KÍ sær eitt stig móti HB í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

2021-04-28 21:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ hevði bóltin í netinum tríggjar ferðir. Fyrru ferð javnaði Páll Klettskarð til 1-1, aðru ferð setti Jóannes Kalsø Danielsen bóltin í netið, men málið varð kolldømt, og triðju ferð gjørdist Árni Frederiksberg dagsins leikari, tá hann tryggjaði KÍ javnleik og eitt stig við Djúpumýrar.

Ein dramatiskur dystur sum hevði skjótt spæl, reytt kort til Mikkjal Thomassen og annars dramatikk fyri allar pengarnar.

2-2 í Klaksvík, og hóast KÍ ikki sleppur at leypa avstað, kom tað eina stigið væl við. Klaksvíkingar koma nú upp á 19 stig meðan HB kemur upp á 14 stig.

Á Svangaskarði var ÍF á vitjan, og óvæntað taptu fuglfirðingar 3-1 móti B68, og toftamenn fingu sostatt sín fyrsta sigur í langa tíð. NSÍ og Víkingur spældu javnt 1-1 við Løkin, EB/Streymur vann í evstu løtu móti 07 Vestur á Dungasandi og fyrr í dag vann B36 4-0 móti TB.

KÍ-HB 2-2 (1-1)
11’ Mikkel Dahl 0-1
14’ Páll Klettskarð 1-1
46’ Dan í Soylu 1-2
90’ Árni Frederiksberg 2-2

TB - B36 0-4 (0-1)
45’ Bjarni Petersen 0-1
52’ Brian Jakobsen 0-2
82’ Bjarki Nielsen 0-3
85’ Mathias Thrane 0-4

B68 - ÍF 3-1 (2-1)
8’ Lukasz Cieslewicz 1-0
11’ Esmar Clementsen 2-0
34’ Uros Stojanov 2-1
55’ Áki Johansen 3-1

07 Vestur - EB/Streymur 1-3 (1-1)
7’ Ronnie Møller Iversen 0-1
28’ Martin Tausen 1-1
90’ Arnbjørn Hansen 1-2
90’ Hans Pauli Samuelsen 1-3

NSÍ - Víkingur 1-1 (1-1)
16’ Andrias Lava 0-1
30’ Oddur Højgaard 1-1

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (19 stig)
2. HB (14 stig)
3. NSÍ (13 stig)
4. Víkingur (12 stig)
5. B36 (12 stig)
6. EB/Streymur (8 stig)
7. ÍF (7 stig)
8. 07 Vestur (6 stig)
9. B68 (5 stig)
10. TB (1 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder