6 mannafør kvinnur
6 mannafør kvinnur róði fyrsta FM-róðurin í ár. Hetta var á Norðoyastevnu í dag, og tríggir bátar vóru við. Sølmundur hevur verið sannførandi í fleiri ár, men í dag vann Jarnbardur.
1. Jarnbardur (05:29.12)
2. Sølmundur (05:33.41)
3. Skúgvur (05:46.29)
5 mannafør gentur
Hjá 5 mannaførum gentum luttóku heili 13 bátar, og tað gjørdist Drekin, sum sannførandi vann við tíðini 5.39.39, meira enn fimm sekund frammanfyri Fípuna Føgru á øðrum plássi.
1. Drekin (05:39.39)
2. Fípan Fagra (05:45.40)
3. Firvaldur (05:48.33)
4. Ingibjørg (05:49.18)
5. Rókurin (05:49.29)
6. Jallurin (05:52.03)
7. Frúgvin (05:52.36)
8. Teistin (05:58.01)
9. Falkur (06:00.19)
10. Spógvin (06:13.29)
11. Blikur (06:13.49)
12. Ternan (06:23.06)
13. Sílið (06:25.49)
8 mannafør
Hjá 8 mannaførum vann Nevið Reyða ein spennandi róður á heimasjógvi í harðari kapping við Argjabátin. Hesir bátarnir kappaðust eisini um FM-heitið í fjør, og í dag var bara eitt sekund var á muni.
1. Nevið Reyða (04:53.14)
2. Argjabáturin (04:54.11)
3. Knørrur (04:56.03)
4. Heiðabáturin (05:01.05)
5. Ørvur (05:04.53)
6. Gullbrandur (05:10.39)
6 mannafør menn
Smyril úr Vági kom fyrst á mál hjá 6 mannaførum menn í einum róðri sum leingi var ein spennandi róður. Men tað endaði við, at Smyril vann við einari bátslongd. Sundabáturin kom á mál sum nummar tvey.
1. Smyril (05:00.34)
2. Sundabáturin (05:03.03)
3. Hvessingur (05:07.02)
4. Tindur (05:11.12)
5. Riddarin (05:12.48)
6. Lómur (05:18.15)
7. Gongurólvur (05:18.21)
5 mannafør dreingir
Eins og i 5 mannaførum hjá gentum var eisini góð luttøka hjá dreingjunum, har eisini 13 bátsmanningar luttóku. Heykur úr Hósvík gjørdist tók tryggur vinnari og var fyrstur á mál og heili fimm sekundum frammanfyri Sævarmoy á øðrum plássi.
1. Heykur (05:10.35)
2. Sævarmoy (05:15.48)
3. Fípan Fagra (05:18.30)
4. Teistin (05:19.35)
5. Royndin Fríða (05:23.26)
6. Drekin (05:25.10)
7. Tekla (05:25.23)
8. Tjaldrið (05:26.25)
9. Knúkur (05:29.48)
10. Ørnin (05:31.23)
11. Tambar (05:31.45)
12. Sílið (05:32.19)
13. Jallurin (06:02.12)
10 mannafør
Í tíggjumanafarsróðrinum, sum áður hevur verið sæð sum ein finala, luttóku bara tvær manningar. Ormurin Langi, sum hevur knúst alt av seinnu árini, og so ein ung manning úr Havnar Róðrafelag á Havnarbátinum, sum í ár tekur kappingina upp við grannafelagið.
Spenningur var um, hvussu unga manningin fór at klára seg, men tá avtornaði vóru bara góð tvey sekund á muni.
1. Ormurin Langi (04:45.04)
2. Havnarbáturin (04:47.40)
5 mannafør kvinnur
Erla Kongsdóttir og fyrst á mál er nakað, sum ofta hoyrir saman, og tað gjørdi tað aftur í dag. Fuglfjarðarkvinnur komu fyrstar á mál við tíðini 5.28.28, eitt sekund frammanfyri argjakvinnurnar á Bliki.
1. Erla Kongsdóttir (05:28.28)
2. Blikur (05:29.26)
3. Heykur (05:35.04)
4. Falkur (05:40.18)
5. Báran (05:49.49)
6. Junkarin (05:50.40)
7. Spógvin (05:52.20)
8. Teistin (05:57.22)
Í barnaróðrinum vóru tað geturnar á Títlingi hjá Havnar Róðrafelag og dreingirnir á Dúgvuni hjá Sørvágs Róðrarfelag, sum vunnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald