Ítróttasamband Føroya tekur aftur í ár stig til at heiðra teimum bestu innan føroyskan ítrótt, og møguleikarnir fyri at fylgja við, tá heiðrarnir verða latnir í annaðkvøld, eru serstakliga góðir.
Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum, sum byrjar kl. 21, og harumframt ber til at stroyma tiltakið á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Heiðrarnir, ið verða latnir í ár eru: Ársins ÍtróttaNAVN, Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT, Ársins SAMBAND, Ársins ÍtróttaFELAGI, Ársins ÍtróttaÁTAK og Heiðursskjal Poul E. Petersen.
Sí eisini: Ársins ítróttanavn: Hesi eru í uppskoti
Hesi kunnu gerast ítróttastjørnuskot 2019
Tiltakið ”Ársins Ítróttaheiðrar 2019” verður fyri innbodnum í Müllers pakkhúsi í annaðkvøld, 28. desember kl. 21.
ÍSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald