Einasti professionelli føroyski súkklarin, ársins ítróttanavn, Torkil Veyhe, sum súkklar fyri danska felagið Riwal Readynez, skal út í eina av størstu avbjóðingunum í karrieruni í dag, tá hann er ein av monnunum, sum luttekur í belgisku súkklukappingini Scheldeprijs.
Talan er um ein av sonevndu flandsku klassikarunum. Hesin verður súkklaður mikudagin millum tvær av teimum heilt stóru kappingunum, Ronde de Vlaanderen, sum var síðsta vikuskiftið so Paris-Roubaix, sum verður komandi vikuskifti.
Fleiri av stóru feløgunum brúka kappingina í dag sum upphiting til kappingina sunnudagin, sum er tann størsta av øllum eindagskappingum yvirhøvur á árinum.
Legendur hava vunnið
Men øvugt frá Paris-Roubaix, so verður Scheldeprijs aloftast avgjørt í einum stórum hópspurti, og kappingin er tí eisini kallað óalmenna meistaraheitið fyri sprintarar. Listin yvir vinnarar í 112 ára gomlu súkklukappingini telur fleiri søguligar hetjur, tá umræður at koma fyrst um mállinjuna, harav tær nýggjastu eru Mark Cavendish, Marcel Kittel, Alexander Kristoff, Tyler Farrar, Alessandro Petacchi og Tom Boonen og millum eldru vinnarar finnast eisini legendur sum Eddy Merckx, Mario Cippolini, Roger de Vlaeminck og Erik Zabel.
Tó er tað ikki vist, at allir súkklararnir koma so samlaðir inn á seinasta rundstrekkið, sum teir plaga. Scheldeprijs er ein veruligur klassikari, hevur verið súkklaður síðan 1907, men í seinastuni er byrjanin av kappingini broytt nakað.
Vindur spælir inn
Starturin er nú lagdur til Niðurlond, til býin Terneuzen í flata nýlendinum á Zeelandi út móti Norðsjónum. Við at súkkla framvið strandaøkinum har, spælir vindurin innan av Norðsjónum nú ein nógv størri leiklut, og tí kann ein burturskiljing henda í fyrsta parti av kappingini.
Málið í kappingini er í Schoten uttan fyri belgiska stórbýin Antwerpen, har eitt umfar skal súkklast tvær ferðir.
Minnir um Rubaix
Á hesum strekkinum er eitt petti við brúgvasteinum – pavée – sum kann minna eitt sindur um óvusligu avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman hjá teimum, sum skulu súkkla úr Paris til Rubaix sunnudagin.
Týskarin Marcel Kittel á Katusha-liðnum setti 2017 met tá hann vann kappingina fyri fimtu ferð. Hann var eisini favorittur í fjør, men var sera óheppin við fleiri punkteringum, og var tí ikki við í avgerandi spurtinum.
Vinnari gjørdist ístaðin ungi niðurlendingurin við italsk-danskt ljómandi navninum Fabio Jacobsen á vælkoyrandi Quick Step-liðnum. Hesir eru báðir við í dag og verða mettir at hava bestar møguleikar at vinna saman við einum øðrum eldri spurtara, André Greipel, sum – løgið nokk – ongantíð hevur vunnið Scheldeprijs og so unga norðmannin, Aleksander Halvorsen, sum enska stórliðið Sky fer at súkkla fyri í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald