Annað

Ársins leikarar í badminton heiðraðir

Magnus Dal-Christiansen og Bjarnhild í Buð Justinussen vórðu kosin sum ársins leikarar og Christian Berg Petersen og Ranja Joensen ársins stjørnuskot. Teir á manssíðuni eru úr Havnar Badmintonfelag - á kvinnusíðuni úr Klaksvíkar Badmintonfelagi.

Mynd: Badmintonssamband Føroya

Mynd: Badmintonssamband Føroya

2021-04-13 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuskiftinum vóru føroyameistararnir í judo, borðtennis og badminton funnir í samband við stóra Kontrast FM í Høllini á Hálsi. 

Á árligu gallaveitsluni fyri ítróttargreinarnar, sum er á skránni eftir kappingarnar, nýtti Badmintonsamband Føroya høvi til at heiðra nakrar leikarar fyri innsats og úrslit farna kappingarár.

Les eisini: Sjey føroyameistarar kosnir um vikuskiftið

Ársins manligi leikari gjørdist Magnus Dal-Christiansen úr HBF, sum endaði við silvurheiðursmerki í bæði einmansleiki og tvímansleiki. Hann vann heiðurin  fyri millum annað at hava víst sera høgt støði ígjøgnum kappingarárið og fyri at vera ein fyrimynd hjá øllum øðrum leikarum.

Hjá kvinnum var tað bert 16-ára gamla Bjarnhild í Buð Justinussen úr Klaksvíkar Badmintonfelagið, ið varð kosin ársins leikari. Hetta var fyri hennara stabilitet og vilja til allatíðina at betra seg. Í einstaklingakappingini fekk hon bronsu - í tvímansleiki gjørdist Bjarnhild føroyameistari saman við Lenu Mariu Joensen

Ársins stjørnuskot hjá gentum umboðar eisini KBF. Klaksvíksgentan Ranja Joensen, ið er systur Lenu Mariu, er ein gávuríkur ungur leikari við góðum úrslitum og natúrtalenti, sum tey í Badmintonssambandinum trúgva nógv upp á, og hon stríðist øgiliga væl, tá hon spælir ímóti eldri og betri leikarum. 
 
Christian Berg Petersen úr Havnar Badmintonfelagið varð valdur sum ársins stjørnuskot millum dreingirnar, tí hann hevur sýnt góðar leiðslueginleikar, góðan hugburð á bananum og ein flottan teknikk við møguleika fyri víðari menning.

Johnny í Grótinum, formaður í BSF, handaði teimum fýra leikarunum blómur við eini heilsan frá Sune Gavnholdt, landsliðsvenjara, og Wong Fai Yin, hjálparlandsliðsvenjara, sum hava valt út ársins leikara og stjørnuskot hjá kvinnum og monnum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder