Arthur skal taka sær av bygdahúsinum og ungdómstilboðnum

Byrjar í starvinum hjá Sjóvar kommunu 1. desember.

Arthur Djurhuus Poulsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Arthur Djurhuus Poulsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-06 11:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu hevur samtykt at seta Arthur Djurhuus Poulsen í starv í bygdahúsinum og ungdómstilboðnum.

Arthur er 30 ára gamal, útbúgvin sosialráðgevi og býr í løtuni á Tvøroyri, har hann er leiðari fyri ungdómshúsinum  Pakkhús 4. 

Arthur byrjar í starvinum 1. desember. Fyrstu mánaðirnar verður hann í hálvum starvi, henda tíðin skal brúkast til at skipa arbeiðið í ungdómstilboðnum. 1. februar næsta ár verður starvið fulla tíð, og tá tekur hann við sum dagligur samskipari í bygdahúsinum eisini, skrivar Sjóvar kommunu á heimasíðu síni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder