Í seinastu viku frættist, at Ashley Young, ið ofta hevur borið liðskiparabandið í ár, var á veg at leingja sáttmálan við Manchester United. Í dag kunngjørdi United á heimasíðu sínari, at Young hevði longt um sáttmálan við einum ári. Verandi sáttmálin stóð til at ganga út í summar.
33-ára gamli bakkurin hevur spælt fyri United síðani 2011. Hann hevur spælt 227 dystir fyri felagið, skorað 17 mál og vunnið Premier League, FA Cup, Europa League og Liga Cup.
Fyribils venjarin hjá United segði við sjónvarprásina hjá felagnum, MUTV, at síðani hann er komin í sessin, hevur Young verið frálíkur:
- Hansara hugburður og hansara royndir her hava havt alstóran týdning fyri okkum, tí vit hava eitt ungt lið. Vit hava tørv á royndum í skiftingarrúminum og Ashley er ein av teimum, ið gevur okkum hetta.
Í farnu viku var greitt, at Phil Jones hevur skrivað undir nýggjan sáttmala við United
Fótbóltur
Ashley Young longt sáttmálan við United
"Hann er ein av leiðarunum á liðnum", segði Ole Gunnar Solskjær, eftir at sáttmálin var undirskrivaður.
Young saman við Solskjær eftir at sáttmálin var undirskrivaður (Mynd: Manchester United)
2019-02-11 21:51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald