Annað

Astralis ikki longur heimsins bestu í Counter-Strike

Taptu fjórðingsfinaluna í stórari kapping í Fraklandi móti liðnum, sum nú er heimsins besta.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-06-22 14:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska liðið Astralis, sum hevur hálva føroyingin Lukas ”gla1ve” Rossander á liðnum, er ikki longur heimsins besta at spæla telduspælið Counter-Strike.

Herfyri misti Astralis fyrsta plássið á heimsstyrkilistanum til amerikanska liðið Team Liquid. Og nú ásanna teir sjálvir á liðnum, at teir ikki longur eru best.

Tað hendi eftir at Astralis í gjár tapti fjórðingsfinaluna móti júst Team Liquid í ESL Pro League finalunum, sum verða spældar í Monpellier í Fraklandi hesa vikuna.

Hetta er fjórða kappingin á rað, at professionellu Counter-Strike spælararnir í Astralis ikki fáa heiðursmerki til kapping, teir luttaka í.

Amerikanararnir vunnu dystin 2-1 og staðfestu sína støðu sum heimsins sterkasta Counter-Strike-lið.

Lukas Rossander og liðfelagar hansara fáa møguleika at royna seg aftur fyrst í komandi mánaði, í stóru kappingini ESL One Cologne 2019, sum verður spæld í Köln í Týsklandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder